Um okkum
ProLakk er mest framkomna plátu- og lakkverkstað í Føroyum, hjá okkum er eingin skaði ov stórur.
ProLakk var stovna í 2007 og er tað mest framkomna plátu- og lakkverkstað í Føroyum. Hjá okkum verður stórsti dentur lagdur á dygdar góða og væl úr hondum greidda tænastu.
ProLakk heldur til í snotiligum hølum, hjá P/F Bilasøluni við Vegin Langa í Hoyvík og virkar ProLakk, sum plátu og lakeringsverkstað hjá P/F Bilasøluni, sum umboðar merkini Audi, VW, Seat og Mazda.
ProLakk umvælir eisini øll onnur bilmerkir.
Hjá ProLakk eru í dag 7 starvsfólk, fleiri teirra við drúgvum royndum innan plátu- og lakk arbeiði og dagføra vit okkum støðugt við nýggjastu tøknini á hesum øki.
Okkara verkstaður nýtir einans umhvørvisgóðkent tilfar.
Hevur tú tørv at fáa skaða umvældan, tryggingarskaða ella skaða yvirhøvur, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, so sýna vit bilin eftir avtalu.

