Tryggingarskaðar
Hava tygum fingið skaða á bilin, sum er tryggingarskaði, er mannagongdin hendan:
Fyrst skal skaðafráboðan skrivast og latast tygara tryggingarfelag, eisini um tygum onga skuld hava av óhappinum.
Skjótasti mátin at skriva frágreiðingina, er at fara inn til P/F Trygd ella Tryggingarfelagið Føroyar og úfylla skaðafrágreiðingina á staðnum, tygum kunna eisini ringja á tlf 358100 P/F Trygd ella tlf 345600 Tryggingarfelagið Føroyar, síðani fáa tit skaðapapírini tilsend, tó ber eisini til at fara á heimasíðuna hjá P/F Trygd ella Tryggingarfelagið Føroya og útfylla frágreiðingina har.
Tygum fáa úflyggja eitt skaðanummar, sum skal latast okkum, tað er sera umráðandi at hesi viðurskifti eru í lagið, áðrenn umvæling kann fara fram.
Tá hesi viðurskifti eru fingið í rætt lag, setur tú teg í samband við okkum, og avtalar eina tíð, til at fáa bilin sýndan, tað er umráðandi at bilurin er hjá okkum áðrenn 09.00.
Tryggingarfelagið Føroyar sýnar hesar dagar: týsdagar, mikudagar og hósdagar.
Trygd sýnar hesar dagar: týsdagar og hósdagar.
Vit seta okkum síðan í samband við sýnsmenn, hjá tygara tryggingarfelag og fáa sýnið endaliga avgreitt.
Eftir at bilurin er sýndur, verður tíð avtalað, nær skaðin kann vera umvældur.
Er tørvur á leigubili, kunnu vit útvega tygum leigubil.
Er talan um privat skaða, geva vit tær eitt óbindandi tilboð.
Vit sýna og umvæla øll bilmerkið.

